Tað vóru brúkiligar samrøður sum vóru millum russiska forsetan, Vladimir Putin, og amerikansku sendinevndina við millum annað Jared Kushner og Steve Witkoff í gjár.
Tað skriva fleiri russiskir statsmiðlar í dag.
Tosað varð millum annað um russiska búskapin og hvussu kríggið kann enda skjótt.
Jared Kushner og Steve Witkoff fara víðari til ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í dag, har teir millum annað skulu hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, fyri at tosa um møguligan frið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



