Skúlablaðið: - Eg brenni fyri serøkinum og fyri, at vit fáa skipað eitt fólkaskúlaverk, sum rúmar betur og styrkir møguleikarnar hjá øllum børnum. Tí fegnist eg um álitið um sernámsfrøðiliga økið.
Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við skúlamálum.
Í november í fjør handaði ein arbeiðsbólkur táverandi landsstýrismanninum við skúlamálum álit um sernámsfrøðiliga økið í mun til fólkaskúlanýskipanina. Landsstýrismaðurin hevði sett arbeiðsbólkin eitt ár frammanundan; hann var mannaður við fólki úr skúlafyrisitingini, Námi, Námsvísindadeildini, Sernámi, Skúlaleiðarafelagnum, Serlærarafelagnum og Skúlanum á Trøðni. Í álitinum verða fleiri av avbjóðingunum, sum fólkaskúlin stendur við í dag, viðgjørdar; víst verður á ymsar leiðir at styrkja sernámsfrøðiliga arbeiðið, inklusjónina og stuðulin í skúlanum. Millum annað verður víst á, at vit eiga at hyggja nærri at meira fleksiblum loysnum rundan um serflokkar og sertilboð. Har verða nevndar millumleiðir, eitt nú skáar og onnur sernámsfrøðilig átøk, sum kunnu leggjast tættari at vanliga flokkinum og gerandisdagnum hjá næminginum.
- Tað snýr seg um at menna føroyskar loysnir, sum taka støði í okkara egna skúlaverki og veruleika, og at skapa smidligari loysnir, sum taka støði í tørvinum hjá einstaka barninum og samstundis styrkja felagsskapin, sigur Bárður á Lakjuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



