Um tú ikki hevur tíð til at gera tað rætt, nær skalt tú so fáa tíð til at gera tað umaftur
- John Wooden

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ikki hevur tíð til at gera tað rætt, nær skalt tú so fáa tíð til at gera tað umaftur
- John Wooden
Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-035/2026 frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, um MVG-frítøku av atgongumerkjum til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t.

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um at frítaka atgongumerki til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t. fyri mvg?

2. Hvat hevði tað kostað landskassanum, um atgongumerki til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t. vórðu frítikin fyri mvg?

3. Hevur landsstýrið ætlanir um at frítaka atgongumerki til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t. fyri mvg?

Svar til spurningarnir nr. 1 til 3 
Undantøkini og frítøkurnar í føroyska meirvirðisgjaldinum eiga at verða eftirhugd og endurskoðað.

Undantøkini og frítøkurnar hava við sær meira og tyngri umsiting fyri tey vinnurekandi og fyri myndugleikar. Tey minka um grundarlagið undir meirvirðisgjaldinum, og óvist er, um undantøkini og frítøkurnar altíð hava ætlaðu ávirkanirnar við sær.

Meirvirðisgjaldið er størsta og týdningarmesta inntøkukeldan hjá landskassanum, og undantøkini og frítøkurnar merkja eisini, at tær vørur og tænastur, sum meirvirðisgjald verður rindað av, mugu rinda hægri meirvirðisgjald, sammett við um eingi undantøk ella frítøkur vóru í meirvirðisgjaldinum, um ikki inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum skulu minka í framtíðini.

Fíggjarmálaráðið hevur onga meting av, hvat tað væntandi fer at kosta landskassanum, um atgongumerki til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t. verða frítikin fyri mvg.

Landsstýrið hevur ikki viðgjørt spurningin um at frítaka atgongumerki til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t. fyri mvg.

Í næstum verður mvg lógin viðgjørd í síni heild av landsstýrinum. 

Tinganes, 17. september 2026 
Aksel V. Johannesen 
Landsstýrismaður í fíggjarmálum 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #