Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Vinna

MEST: Mánadagin 23. november 2026, varð nýbyggningur 118 handaður Varðanum á samkomu í Runavík. Skipið verður formliga doypt "Dunga Jákup" seinni í vikuni.

Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Skipið er 44,15 metrar langt og 11,60 metrar breitt. Frystitrolarin hevur ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.

Sniðið á skipinum er gjørt í góðum samstarvi millum Varðan og MEST so ein kann tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð sum møguligt. Skipið hevur eina fabriksloysn við eini frystiorku á 40 tons um dagin.

MEST ynskir Varðanum og manningini hjartaliga til lukku við nýggja skipinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #