Um tú gongur gjøgnum helviti, halt so á at ganga
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú gongur gjøgnum helviti, halt so á at ganga
- Winston Churchill
Vágatíðindi

Vága Floghavn: Meira enn 400 luttakarar frá 16 ymiskum myndugleikum og felagsskapum vóru seinnapartin í dag við í eini umfatandi tilbúgvingarvenjing, sum varð hildin í Vága Floghavn, tá alarmurin fór í gongd kl. 16.32.

Endamál 
Endamálið við venjingini var at royna tilbúgvingina hjá Vága Floghavn, kommunalu tilbúgvingini, løgregluni, 
Sjúkraflutningstænastuni og hjá øllum øðrum pørtum, sum eru knýttir at tilbúgvingini fyri flogvøllin, fyri á tann hátt at staðfesta hvussu allar uppgávur í eini stórari vanlukku verða loystar.

Fyrireikingar 
Ein stýrisbólkur og ein arbeiðsbólkur við limum frá Vága Floghavn, løgregluni og Sjúkraflutningstænastuni hava í uml. 1 ár fyrireikað venjingina. Hóast dagurin fyri venjingina hevur verið ásettur í longri tíð, so hava bert fá fólk havt kunnleika til innihaldið í venjingini, og er hetta fyri at gera hana so veruleikakenda sum til ber, fyri allar luttakandi partar.

Innihaldið í venjingini 
Í stuttum var innihaldið í sjálvari venjingini, at eitt flogfar við 153 fólkum umborð, fór av breytini á norðaru síðu undir lending miðskeiðis á flogbreytini, og eldur kom í. Venjingin fevndi bæði um skaðastaðsleiðslu og kreppuleiðslu hjá Vága Floghavn, løgregluni, Atlantic Airways og hjá Torninum á flogvøllinum. Á skaðastaðnum fevndi venjingin um eldsløkking, roykkaving, at bjarga fólki, bráfeingis skaðaviðgerð á skaðastaðnum, sjúkraflutning við sjúkrabilum, skráseting av fólkum, evakuering av farstøðini, og fyribyrging av dálking frá eini slíkari vanlukku, umframt fleiri aðrar størri og smærri avbjóðingar. Eisini varð vant í at stongja flogvøllin fyri flogferðslu, at umdirigerða flogferðslu og at enda, at lata flogvøllin uppaftur fyri flogførum.

Tilsamans vóru luttakarar frá heili 16 ymiskum myndugleikum og felagsskapum við í venjingini. Samanlagt vóru yvir 400 fólk við í venjingini, harav uml. 130 statistar, uml. 150 sløkkiliðs- og bjargingarfólk og so eini 130 onnur starvsfólk.

Luttakandi partarnir í venjingini vóru  
• Vága Floghavn  
• Løgreglan 
• Sjúkraflutningstænastan  
• Tornið á flogvøllinum 
• Atlantic Airways 
• Tyrlutænastan  
• MRCC 
• Sørvágs Sløkkilið  
• Vága Sløkkilið  
• Vestmanna Sløkkilið  
• Kvívíkar Sløkkilið  
• Vága Bjargingarfelag  
• Reyði Krossur 
• Zarepta 
• Giljanes Bussar 
• Dronueindin hjá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg

Føroyskir og útlendskir eygleiðarar 
Fleiri føroyskir og danskir eygleiðarar fylgdu venjingini, og ein nágreinilig eftirmetingarfrágreiðing verður liðug í november. Longu eftir venjingina í kvøld hava ymsu partarnir havt eina skjóta og stutta samanumtøku har staðfestast kann, at fleiri uppgávur vóru loystar júst sum ætlað og væntað, meðan tað eisini eru nakrar 
uppgávur, har tað er ætlanin at hyggja nærri at, hvussu tey viðurskiftini kunnu betrast, og sum kunnu verða 
partur av næstu stóru venjingini av hesum slag.

Føroyskir miðlar 
Umframt føroyskar og útlendskar eygleiðarar, vóru fleiri føroyskir miðlar til staðar og eygleiddu venjingina.  

Takksom hjá Vága Floghavn  
Hjá Vága Floghavn eru vit sera takksom fyri stóru hjálpina vit hava fingið frá øllum luttakarunum, og ikki minst frá øllum sum hava fyrireikað venjingingina, Zarepta sum hevur lagt hús til, og frá statistunum, sum dugdu at gera venjingina sera veruleikakenda og avbjóðandi fyri tilbúgvingarfólkini á skaðastaðnum.  

Eisini vil Vága Floghavn takka Kringvarpi Føroya fyri góða hjálp í samband við venjingina.

Sí myndir her

Myndir: Jógvan Helgi Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #