Fyrsta flagið varð í dag loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum.
Nýggj kirkja skal byggjast við Sandá, og á samkomu á stykkinum har kirkjan sklal vóru fleiri røður eins og nøkur av elstu fólkunum í kirkjuliðnum vóru við til at gera løtuna hátíðarliga og hjálpa til at loysa flagið.
Fróði Olsen, formaður í kirkjuráðnum, segði millum annað, at tað nú eru gingin 22 ár, síðani ætlanirnar um at byggja nýggja kirkju á Argjum vórðu til.
Kirkjan fer eftir ætlan at kosta 84 milliónir krónur og skal standa liðug á sumri í 2028. Byggifyritøkan Kanjon skal gera arbeiðið.
Við byggingini verður punktum sett fyri einum áralangum kjaki um nýggju kirkjuna og staðsetingina við Sandá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



