ÍSF hevði boðið politikarum á valvitjan undir heitinum "Ítróttur er meira enn bara ítróttur."
Politikararnir møttu í forhøllini í Høllini á Hálsi kl. 13.30. Har vóru 682 næmingar savnaðir til felagsskap og rørslugleði á Skúlaleikum, sum er eitt av mongu vælumtóktu tiltøkunum hjá ÍSF.
Eftir tað varð farið í nýggju Gundadalsstovu í Svimjihøllini til kunning um føroyskan ítrótt og eitt gott prát um hvat ítróttur kann, tá tað snýr seg um fyribyrging, savningarmegi og altjóða slagkraft.
Á fundinum vóru umboð fyri ÍSF, sambond og onkrir av landsliðsleikarunum frá hondbóltslandsliðnum.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



