Tað nærkast helst eini loysn í ósemjuni ímillum SAS og flogskipararnar, sum hevur vart í fleiri vikur og elvt til nógvar avlýsingar og strandaði ferðafólk í floghavnum ymsastaðni í norðurlondum og aðrastaðni.
Samráðingarnar sum byrjaðu í gjár hildu fram í alla nátt, og tað er eitt greitt tekin um, at ein loysn er í eygsjón, siga greinarar sum hava úttalað seg til danskar og svenskar miðlar.
Um 1.000 flogskiparar úr Danmark, Noregi og Svøríki hava verið í verkfalli síðani 4. juli. SAS stríðist fyri lívinum, og higartil í ár hevur felagið mist 2,5 milliardir krónur.
Nógvir flogskiparar vórðu uppsagdir undir koronusóttini, og tá teir vórðu settir aftur, var tað til verri treytir enn áðrenn, og tað vilja teir ikki finna seg í.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo