Kanadiski tónleikarin Neil Young gevur grønlendingum ókeypis atgongd til sítt musikkatalog í eitt heilt ár.
Tað skrivar hann á síni heimasíðu.
- Eg vóni, at mín tónleikur og tónleikafilmar fara at lætta um nakað av tí ógrundaða stressinum og hóttanum, sum tit uppliva frá okkara ópopuleru og vónandi fyribils stjórn, skrivar kendi tónleikarin millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



