Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Vinna

P/F Nema hevði eitt munandi betri úrslit í 2025 enn árið fyri. Ársúrslitið eftir skatt var 5,3 mió kr samanborið við 103 tkr í 2024.

Bruttoúrslitið vaks úr 46,7 mió kr upp í 51,4 mió kr. Rakstrarúrslitið gjørdi eitt stórt lop og hækkaði úr 3,2 mió kr í 2024 til 8,8 mió kr í 2025. Samstundis minkaðu fíggjarligu nettokostnaðirnir úr 3,7 mió kr niður í 3 mió kr.

Nema hevði 55 starvsfólk í miðal í 2025 móti 62 árið fyri. Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir vóru 33,6 mió kr.

Við árslok vóru ognirnar 74 mió kr. Eginognin var 5,5 mió kr samanborið við 4,2 mió kr árið fyri. Felagið hevði 40 mió kr í langtíðarskuld.

Leiðslan skjýtur upp at lata 4 mió kr í serstøkum vinningsbýti.

Gudny Langgaard er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #