Borgarstjórin í New York, Zohran Mamdani, hevur sett sítt løgfrøðiliga toymi at kanna møguleikarnar fyri at handtaka ísraelska forsætisráðharran, um hann kemur til amerikanska stórbýin.
Tað er ávaringin frá borgarstjóranum í býnum, demokratinum Zohran Mamdani, sum í samrøðu við New York Times sigur, at hansara skrivstova kannar møguleikan fyri at handtaka Netanyahu.
- Eg trúgvi, at Netanyahu, forsætisráðharri, hoyrir heima í Haag, sigur Mamdani undir samrøðuni og vísir til niðurlendska býin, har altjóða revsidómstólurin ICC heldur til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



