Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, rópar varskó, og sigur, at hann heldur, at Donald Trump ætlar at sita í embætinum longri enn hann lógliga kann, sum er til 20. januar 2029.
- Eg haldi ikki, at Donald Trump vil hava eitt nýtt val, sigur Newsom í samrøðu við Politico.
Demokraturin sigur, at hann hevur fingið umleið 20 “Trump 2028” keppar frá stuðlunum hjá forsetanum, og sigur, at fólk, sum avskriva tosið um eitt triðja valskeið, eru naiv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



