Fiskamarknaður Føroya: Fimm frystilínuskip eru til fiskarí, allir við Føroyar, men onkur hevur tó eisini verði á Flemish Kap.
Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðrið verður hampuligt fyri tað mesta. Vit væntað tó lítið av útróði, tí at tær flestu landingarmiðstøðirnar hava stongt og eisini fleiri keyparar eru farnir í feriu. Eisini er Ólavsøka í næstu viku.
Tveir djúpatnstrolarar eru nýliga byrjaðir túr og koma tí neyvan at landa í vikuni. Báðir eru á djúpum vatni og fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk.
Trý pør eru til fiskarí. Tey landa væntandi í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.
Allir trolbátarnir liggja við bryggju.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa helst í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



