Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø
Tónleikur

Innsent: Tvinnir vóru møguleikarnir, tá ið Niels Juel Arge fyri nøkrum árum síðani fann fram nakrar gamlar sangskitsur: Tveita tær burtur ella gera okkurt við tær. Valið fall á seinna møguleikan, og gevur hann nú út tvey stakløg. 

Løgini eru á enskum og eita “Home” og “One of a Kind”. Tey verða givin út á Tutl Records og kunnu longu nú hoyrast her á youtube: Home og One of a Kind

Í vikuskiftissendingini hjá KvF fríggjadagin greiddi Niels Juel frá, at hann hevur fleiri sangir liggjandi.

Samrøðan kann hoyrast her: KvF-samrøða og byrjar á 37:00.

Hetta er fyrstu ferð, Niels Juel gevur út tónleik, og ljóðmynd hansara er helst litað av uppvøkstrinum í plátusavninum hjá Útvarpinum. Um sama mundið lærdi hann nakrar akkordir á guitaranum, sum er brúktur til at skriva sangirnar við. 

Fyri upptøkunum og framleiðsluni stóð Uni Debess í Debess-studio og Finnur Hansen-studio. Manningin var hendan:

Orð og løg: Niels Juel Arge 
Sangur: Niels Juel Arge
Guitar, bass, trummur, slagverk og ljómborð: Uni Debess 
Ljómborð, orgul og wurlitzer: Finnur Hansen 
Kór: Jens Marni Hansen 
Sangvenjari: Lena Anderssen
Tekstráðgevi: Graham Stewart 
Upptøkur, framleiðsla, tilrættislegging, ljóð- og høvuðsbland: Uni Debess
Upptøkuhølir: Debess-studio og Finnur Hansen-studio

Niels Juel hevur í mong ár verið tenorur í Tórshavnar Kamarkóri. Hann hevur vunnið altjóða masters-heiðursmerkir í vektlyfting og í havsvimjing saman við øðrum m.a svomið Sigmundar-túrin; Stóra Dímun/Sandvík og út á Flesjarnar/Munkin/Sumbiarstein.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #