Føroyar hava í mong ár havt ein miðal búskaparvøkstur áriliga, sum liggur væl omanfyri øll lond í vesturheiminum.
Serstakliga tey seinastu árini hevur vøksturin verið óvanaliga høgur.
Tó so hava útreiðslurnar leika í, sum eingin hevur sæð fyrr, meðan inntøkurnar hava verið smákátar og ikki minst tiknar fyri givnar ár um ár, hóast tær hava verið ivasamar.
Lóg Wagners sigur í høvuðheitum, at uttan mun til hvussu nógv inntøkurnar vaksa hjá einum landsskassa, so fylgja útreiðslurnar altíð við.
Politikkarar elska at brúka peningin hjá øðrum, sum hóast alt ikki er teirra og so eru teir fullkomiliga leysir eftir næsta val, um teir ikki verða valdir aftur.
Og Ruth Vang er ein teirra í heimsflokki.
Samstundis, sum ein bólkur er í ferð við at leggja uppskot fram um at niðurleggja stovnar eru røddir frammi um at seta aðrar stovnar á stovn.
Her er bara eingin samanhangur.
Nú tunlar eru í gongd um alt landið svarar tað næstan til at USA hevði skift alla sína verju út í einum.
Nógv halda Truntin vera svakan, men er hann í veruleikanum meira svakur enn tann minst svaki í Føroyum?
Vit mega ansa vára landi so leingi vit eiga tað, tí at vit fáa tað ongantíð aftur, um vit missa tað.
Tann, ið vinnur Nobel heiðurslønina í búskaparfrøði, skal halda røðu fyri studentunum í Lund, so spennandi verður at síggja Ruth Vang.
Royters
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



