Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-132/2025 eftir § 52a í Tingskipanini frá Bjørt Lind, løgtingskvinnu, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um seksualundirvísing á miðnámi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvar tímar í seksualundirvísing um árið fáa ung á miðnámi frá Gigni, síðani nýggja skipanin varð sett í verk í 2024?
2. Hvørjir miðnamsskúlar hava fingið seksualundirvísing frá Gigni hesi síðstu tvey árini, og hvussu nógvir næmingar hava verið fevndir av undirvísingini?
3. Er ætlanina at eftirmeta skipanina við seksualundirvísingini á miðnámi, og nær kann ein slík eftirmeting væntast?
Svar
Til 1 og 2: Tað eru tveir heilsufrøðingar, sum arbeiða við seksualkunning á miðnámi, og hava hesar verið í starv síðani august 2024.
Avgjørt varð, at øll í 1.g skuldu fáa seksualkunning, og er málið, at øll í 1.g fáa 2 blokkar tilsamans.
Ein blokkur er tveir undirvísingartímar á 45 minuttir. Evnini eru seksualitetur, kynslív, fyribyrging, mørk, porno, ymiskleiki, seksuell rættindir og samtykki. Serbreytirnar hava fingið kunning við somu evnum tillagað menningarstøðið.
Skúlaárið 2025/2026 hava næmingarnir í 3.g somuleiðis fingið kunning um samtykki.
Arbeiðið er gjørt á øllum miðnámsskúlunum í landinum. Tær ymisku serbreytirnar hava fingið seksualkunning og somuleiðis flokkarnir á Yrkisnámi í Klaksvík.
Til 3: GIGNI hevur gjørt nakrar eftirmetingar skúlaárið 2024/2025, har næmingarnir kundu eftirmeta undirvísingina við egnum orðum. Nógv tey flestu góvu sera jaligar afturmeldingar.
Skipanin verður eftirmett javnan saman við heilsufrøðingunum, sum arbeiða við hesum. Ætlanin er at fáa næmingarnar at eftirmeta kunningina, so hvørt hon er liðug, og tillaga frálæruna eftir hesum.
Seksualkunningin verður gjørd í tøttum samstarvi við leiðslurnar á miðnámi, og heilsufrøðingarnir hava eitt regluligt samskifti við leiðslur og starvsfólk á skúlunum. Eisini hevur ein sálarfrøðingur frá Sernámi við servitan innan seksuella heilsu verið við til partar av kunningini og givið heilsufrøðingunum eina eftirmeting.
Í heyst fara heilsufrøðingarnir aftur til Norra fyri at førleikamenna seg og ogna sær ta nýggjastu vitanina innan økið.
Vinarliga
Bárður á Lakjuni
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



