Norska krúnprinsessan Mette-Marit hevur tørv á nýggjum lungum, og tað hevur eftir øllum at døma fingið nógvar normenn til at vilja geva henni síni lungu.
Í øllum førum er talið á organdorum nógv vaksið síðani tað kom fram, at 52 ára gamla Mette-Marit var álvarsliga sjúk.
Norska Dagbladet skrivar, at í mai meldaðu í miðal 70 fólk seg um dagin sum donor. Men í gjár var sama talið komið upp á 2.178, sum er 31 ferðir meira.
- Tað hevur ongantíð verið so nógv sum hava meldað seg sum nú, og vit ivast ikki í, at tað er støðan hjá krúnprinsessuni sum hevur gjørt tað, siga tey sum varða av norsku donor skipanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



