Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Ovastevna verður um vikuskiftið, og fyrireikararnir hava lagt eina fjølbroytta og rúgvusmikla skrá fyri dagarnar. Stevnan er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum –  um 4000 stevnugestir vóru á Ovastevnu í fjør.

Strandferðslan ger eitt stórt arbeiði. Ternan siglir at kalla hvønn tíma frá klokkan 8 leygarmorgun til klokkan 5.30 sunnumorgun. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, ssl.fo.

Keiin er miðdepilin á stevnuni. Tað er á keiini, stevnan verður sett, og í ár verður tað fyrrverandi borgarstjórin og tíðindamaðurin Leivur Hansen, sum ber fram røðu. Leivur var sjálvur staddur á Langelinie, tá Ove Joensen kom á land har.

Á keiini er matsøla, listaframsýning, útimøti og tónleikaframførslur av ymsum slagi. Har er eisini tjaldið við tónleiki, dansi og ølsølu. Tá farið er at skýma, verður felagssangur, eisini á keiini. Nógvu bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini, á nýggja spæliplássinum Leikalund, sum nólsoyingar eru farnir í holt við at byggja, og á frálíka sandinum á Malarenda, har børn og vaksin kunnu vassa ella svimja. Børnini kunnu fara á barnabasar og annars spæla frítt.

Í kirkjuni verður morgunsangur og ikki færri enn tríggjar kórkonsertir, umframt andakt fríggjakvøldið og guðstænasta sunnudagin. Undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur opið, heimavirkið letur dyrnar upp og forvitnisliga bygdasavnið við Brunn hevur opið. Í Royndarhúsinum er kabarett, og út á kvøldið verður dansur. Føroyskur dansur verður í Avhaldshúsinum. Hetta er bara ein partur av øllum tí, tú kanst uppliva um vikuskiftið í Nólsoy, og sum skilst er heilt víst okkurt til øll.

Nevndin, sum skipar fyri Ovastevnuni, hevur lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva av sjálvbodnum eru í sving alt vikuskiftið, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur.

Í vikuni vóru 40 ár liðin, síðan bygdahetjan Ove Joensen kom á land á Langelinie í Danmark. Hann hevði tá róð allan vegin úr Nólsoy til Danmarkar í báti sínum Dianu Victoriu. Seinastu 30 árini hava nólsoyingar hildið Ovastevnu, Ova til minnis, og hvørt ár gleðir bygdafólkið seg til stevnuna.

Ovastevnuskráin sæst á Facebook-síðuni hjá ovastevnu, á torshavn.fo og á timin.fo

Sangheftið, sum verður brúkt til felagssangin, verður útflýggjað beint áðrenn sangin og sæst eisini á Tímanum og kor.fo.

Ferðaætlan hjá Ternuni á Ovastevnu 2026 (ssl.fo)

Tímin (timin.fo)

Ovastevnan á Facebook (facebook.com/ovastevna)

Felagssangur á Ovastevnuni 2026 (timin.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #