Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Samstarvsráðharrarnir á fundi í Føroyum í juni 2026 (Leit.fo/Finnur Justinussen)

Samstarvsráðharrarnir á fundi í Føroyum í juni 2026 (Leit.fo/Finnur Justinussen)

Samstarvsráðharrarnir á fundi í Føroyum í juni 2026 (Leit.fo/Finnur Justinussen)

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Norðurlendsku londini eru samd um eina felags yvirlýsing um veitingartrygd. Samstarv um veitingartrygd millum Norðurlond styrkir førleikan at tryggja atgongd til grundleggjandi vørur og tænastur, tá kreppa rakar – bæði í friðar- og stríðstíð.

Gjøgnum tætt samstarv fara Norðurlond at menna eina samskipaða og sterka tilbúgving til tess at tryggja álítandi framleiðslu, flutning, útlutan og handil, eisini í løtum merktar av kreppu.

- Talan verður ikki um hepni, tá vit framyvir skulu vera kvikfør at bera okkum gjøgnum óvæntaðar kreppur, men um áræði, samstørv og álit. Við hesi yvirlýsingini um veitingartrygd við okkara norðurlendsku grannum tryggja vit sterkar og støðugar samfelagsveitingar í møguligum krepputíðum, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskimálum.

Yvirlýsingin varð undirritað 2. september 2026 í sambandi við árliga fundin í norðurlendska samstarvinum um veitingartrygd, Nordic Supplies Summit.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #