Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne
Merkisdagar

Stýrið: Tað var á heysti í 1951 at skaldið Heðin Brú tók stig til at stovna Norrøna felagið. Í hinum norðurlondum vóru norrøn feløg stovnað langt frammanundan og tí var Heðin Brú væl stuðlaður av hinum feløgunum at taka hetta stig.

Endamálið við Norrøna Felagnum var - og er tað framvegis, at arbeiða fyri at styrkja norðurlendskt samstarv og samanhaldið millum norðbúgvar. Stovnanin gekk fyri seg á Sjóleikarhúsinum á Havn. Sjávur gjørdist hann formaður og var tað í fleiri ár.

Felagið fer at hátíðarhalda 75 ára dagin fyri stovnanini í vikuskiftinum 9. og 10. oktobur við einari sera áhugaverdari skrá.

Her kunnu vit nevna fylgjandi: 

Fríggjadagur, tann 9. oktobur kl 19:30 til 21:30, Aulan í Finsen

Tiltakið “Áland, sum tað er”
Tveir kendir álendingar við hollari vitan um Áland og fólki har býr greiða frá um Áland og álendingar. Um politisk, fíggjarlig og samfelagslig viðurskifti, um hvussu vanligi álendingurin hevur tað og hvat álendingurin hugsar um sína framtíð.

Álendingarnir eru: Bjarne Lindström fyrrv. stjóri Hagstovuna í Álandi og granskari og Jan-Erik Berglund, blaðmaður og sjónleikari. 

Leygardagur, tann 10. oktobur kl 14:00 – 18:00, Sjónleikarhúsið «Hátíðarløta»

  • Bókmentavirðislønarvinnarar: Rói Patursson og Vónbjørt Vang lesa úr egnum skaldskapi

  • Tórshavnar Mannskór syngur níggju norðurlendskar sangir

  • Martin Næs, greðir frá um stovnina av felagnum og stovnaran Heðin Brú.

  • Rithøvundaprát. Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum prátar við íslendsku rithøvundarnar Einar Már Guðmundsson og Þórarinn Eldjárn.

Leygardagin er neyðugt við tilmelding á: norden(at)norden.fo. Fríggjadagin er ikki neyðugt at melda til. Skrá liggur á heimasíðuni hjá Norrøna felagnum: norden.fo >

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #