Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon
Vinna

Smyril Line: Hósdagin í seinastu viku fekk Norrøna fyri fyrstu ferð landstreym í Seyðisfirði.

Verkætlanin við landstreymi er gjørd í samstarvi við Múlaþing kommunu, sum hevur staðið fyri arbeiðinum á landi. Føroyska fyritøkan ETV hevur sniðgivið og staðið fyri installatiónini av landstreymsloysnini umborð á Norrönu.

Bæði Eyðun Hansen, stjóri á ETV, og Heðin Mortensen, maskinstjóri umborð á Norrønu, vóru í Seyðisfirði, tá skipanin varð tikin í nýtslu, og lata báðir sera væl at.

Landstreymurin ger tað møguligt hjá Norrønu at sløkkja hjálpimotorarnar, meðan hon liggur við bryggju. Við longu liggitíðini í Seyðisfirði verður mett, at hetta sparir 7-8 tons av olju um vikuna. Tað svarar til eina minking í CO₂-útlátinum á umleið 22-26 tons um vikuna.

Samstundis minkar luft- og ljóðdálkingin munandi, tí motorlarmur, ristingar og ávís útlát hvørva, tá hjálpimotorarnir verða sløktir. Hetta gevur betri umstøður bæði umborð og hjá fólki, sum búgva og arbeiða nærindis havnini.

- Verkætlanin vísir, hvat kann røkkast, tá myndugleikar, havn, reiðarí og veitarar arbeiða saman um ítøkiligar loysnir. Vit á Smyril Line eru sera takksom fyri góða samstarvið við Múlaþing kommunu og ETV, sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line.

Landstreymur er partur av arbeiðinum hjá Smyril Line at minka um umhvørvisárinið frá virkseminum og menna burðardyggan sjóvegis flutning í Norðuratlantshavi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #