

Norska flogfelagið Norse Atlantic Airways, sum hevur heimstað í Arendal, hevur nú fingið loyvi at fara undir komersiellan rakstur.
Tað sigur flogfelagið í tíðindaskrivi í dag.
Loyvið kallast Air Operator's Certificate (AOC), og tað tryggjar millum annað, at felagið hevur neyðugu fólkini og útgerðina til at hava tryggan rakstur.
Felagið hevur millum annað ætlanir um at fara undir bíliga flúgving við Dreamliner flogførum úr Oslo til USA.
Felagið fekk fyrsta flogfarið, ein Boeing 787-9 Dreamliner, 20. desember.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo