Nýliga útgivnir teldupostar vísa, hvussu norska krúnprinsessan og Epstein løgdu til rættis at vera á luksusbústaði.
Tey bjóða hvørjum øðrum til døgurða, kaffi og innkeyp, og deila tankar um bøkur umvegis teldupost.
Í teldupostunum gevur Epstein hjálparfólkum sínum boð um at senda sín persónliga bilførara at heinta Mette-Marit krúnprinsessu, tá hon lendir í Miami.
"Mítt Palm Beach hús er mítt heilaga meditatiónsrúm. Tað er hvítt og reint. Royking er ikki loyvd inni," greiðir Epstein frá í einum telduposti til krúnprinsessuna. Hann sigur, at hon sleppur at sova í einum kamari við egnari terassu.
Nú biðja bæði hon og Slottið um umbering.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



