- Russisk fiskiskip í føroyskum sjóøki savna saman upplýsingar til at brúka í eini møguligari krígsstøðu, siga norskir serfrøðingar sum miðilin VG hevur tosað við. Teir halda, at føroyingar taka á seg ein stóran váða við at endurnýggja fiskiveiðuavtaluna við Russland í tí líki sum hon er í í dag.
VG er í Føroyum í hesum døgum og hevur í greinini eisini tosað við føroyskar politikarar, eitt nú Sjúrð Skaale og Eirik í Jákupsstovu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



