Norska alifyritøkan Ode hevur keypt 51 prosent av Namdal Settefisk og stovnað felagið Ode Namdal AS.
Við samstarvinum fær Ode seks aliøki í Trøndelag við einari verandi framleiðsluorku upp á 11.700 tons, sum kann økjast til meira enn 25.000 tons.
Samlaða árliga framleiðsluorkan hjá Ode kann fara upp um 60.000 tons av toski.
Framleiðslan byrjar beinanvegin á tveimum lokalitetum, skrivar felagið á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



