Byggifelagið Kanjon og Sørvágs Kommuna hava í dag skrivað undir sáttmála at byggja nýggja ítróttarhøll í Sørvági.
Høllini fer at kosta smáar 44 milliónir krónur og skal vera liðug í oktobur næsta ár.
Høllin verður umleið 2.000 fermetrar. Leikøkið verður 25 x 45 m., ið gevur gott pláss til tríggjar flogbóltsvallir á stuttsíðu og litaðan flogbóltsvøll á langsíðu. Hæddin á leikøkinum verður 9 m. Umframt flogbólt, so verða eisini strikur og umstøður til hondbólt, badminton og kurvabólt.
Høllin, sum skal byggjast sunnanfyri dsagstovnin Alvalon, verður eitt livandi savningarstað fyri alla kommununa, har børn, ung og vaksin kunnu hittast um felags áhugamál og upplivingar. Við betri umstøðum er møguleiki at menna ítróttaliga støðið enn meira, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



