Landsstýrið arbeiðir við eini lóg sum fer at geva peningastovnunum heimild at krevja eitt gjald fyri hvørja løn sum arbeiðsgevarar flyta sínum starvsfólkum.
Tað sæst í uppskotinum til broyting í skattalógini sum er í tinginum.
Í uppskotinum sæst, at meiningin er, at brúkararnir skulu gjalda tað sum tað kostar at umsita og menna lønarportalin, sum skal brúkast til at flyta lønir.
Umleið 700.000 vanligar lønarflytingar eru árliga, og sambært uppskotinum skulu arbeiðsgevarar vænta at gjalda millum 4 og 5 krónur fyri hvørja flyting, tá uppskotið er samtykt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



