Almanna- og Bústaðamálaráðið: Løgtingið hevur í dag samtykt verklagslóg, sum gevur heimild at fara undir fyrra byggistig av nýggju sambýlunum í Vágum. Fyrireikingarnar eru gjørdar, og arbeiðið er klárt at verða sett í gongd.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, leggur dent á, at verkætlanin er partur av tí áhaldandi arbeiðinum at betra um bú- og liviumstøðurnar hjá fólki við serligum tørvi.
- Vit arbeiða miðvíst við at gera umstøðurnar betri fyri fólk, sum búgva á bústovnum, ofta í eldri sethúsum, ið ikki eru bygd til endamálið. Hetta eru varandi heim, og tí er tað er av stórum týdningi, at karmarnir verða so góðir og hóskandi, sum til ber” sigur Margit Stórá.
Fyrra byggistig fevnir um at dagføra og umvæla verandi bygningar á Leitisvegi 70 í Miðvági. Har verða sjey búpláss til fólk við menningartarni og autismu. Arbeiðið verður boðið út í fakarbeiðstøkum, og mett verður, at íbúðirnar vera liðugt umvældar um ársskiftið.
Farið verður samstundis undir at umbyggja verkstaðsbygning á økinum. Bygningurin skal nýtast til felagshøli, starvsfólkaøki og annað felags virksemi. Eisini verður fríðkað um útiøkið.
20,9 mió. kr. eru settar av til verkætlanina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



