Avgerðandi er ikki at vinna - men at vilja vinna
- Vince Lombardi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Avgerðandi er ikki at vinna - men at vilja vinna
- Vince Lombardi
Onnur tíðindi

Jóhan Berg, stjóri, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri

Jóhan Berg, stjóri, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri

Jóhan Berg, stjóri, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri

Nes kommuna: Í fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2026 er peningur avsettur, sambært einum tilboði frá Falkon, til at breiðka vegin á Agninum. 

Í morgun varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Falkon. Avtalað er, at Falkon fer at breiðka vegin umleið tveir metrar á Agninum, frá innkoyringini til seyðahúsið við Kornvatn og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), áleið 400 metrar til longdar. Hetta vegastrekkið hevur stóran tørv á ábótum.

Agnið, vegurin av Nesi og til Æðuvíkarvegin, hevur annars verið landsvegur. Fyri nøkrum árum síðan yvirtók kommunan ein part av hesum vegastrekki, ella niðan til Blákrossheimið.

Fyrr í ár er so avtalað við Landsverk, at kommunan yvirtekur vegin frá Blákrossheiminum og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), góðar 700 metrar.

Falkon fer undir arbeiðið út á heystið, og ætlanin er at gera arbeiðið liðugt í hesum árinum. Tá ið breiðkingin er liðug, fer Landsverk, sambært avtaluni, at seta upp bilverju á vegastrekkinum við Kornavatn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #