Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz ger greitt, at ongin avtala skal gerast um Grønland uttanum grønlendingar, nú tað ljóðar, at USA skal hava fullveldi yvir pørtum av Grønlandi. Ella - í øllum førum er tað ynskidreymurin og tilboðið frá USA, nú forsetin, Donald Trump, hevur tikið hóttanirnar um hernaðarligt álop eins og okurstoll aftur.

Tað ljóðar, at USA skal kunna hava herstøðir í hesum pørtum av Grønlandi, sum verða amerikanskir, og USA skal eisini kunna útvinna ráevni úr undirgrundini.

Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, hevur sagt, at Danmark fer at verja sítt fullveldið yvir øllum kongsríkinum og sjálvsavgerðarrættin hjá grønlendska fólkinum.

- Tá tað er sagt, fara vit eisini at gera alt fyri at rímilig amerikansk fyrilit, sum vit eru samd í, um at verja Arktis, verða eftirlíkað, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #