Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Týsdagin 14. apríl klokkan 15.00-17.00 verður alment hátíðarhald í Kollafirði, nú nýggi frítíðarskúlin er liðugur og verður tikin í nýtslu.

Klokkan 10.00-11.00 er móttøka fyri innbodnum.

Kura er navnið á nýggja frítíðarskúlanum, sum er 409 fermetrar til støddar.

Arbeiðið at gera skúlan hevur gingið væl, og tíðarætlanin hevur hildið. Arbeiðið byrjaði síðst í oktober 2024, tá gamla vatnverkið varð burturbeint, og í februar 2025 byrjaði jørðarbeiðið.

Tað hevur tikið eitt ár at byggja sjálvan bygningin við spæliplássi og parkering.

Nýggi frítíðarskúlin er bygdur til 60 frítíðarskúlabørn frá 0.-3. flokk og til ungdómstilboðið Úthangið.

Heildararbeiðstøkan hevur kostað 18.780.000 krónur, og samlaði verkætlanarkostnaðurin er 22 mió. krónur.

Heildararbeiðstakari: Articon.

Undirráðgevarar: Fuglark (arkitektur), Spenn (konstruktiónir).

Undirarbeiðstakarar: Plan (jørðarbeiði), Renovent (HVS), El.fo (el), Signar á Fríðufløtum (málari), VM Gólv (gólv), Innspark (hegn), IR Asfalt (asfaltarbeiði), Grønt og Grátt (spælipláss).

Innbúgv: Inventartænastan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #