Fólkakirkjan: “Í súginum av ljósi” er heitið á nýggjari bók, sum Meinhard Bjartalíð hevur skrivað. Talan er um prædikur og hugvekjur.
Bókin verður løgd fram í Glyvra kirkju hóskvøldið hin 29. januar kl. 19.30.
Í sambandi við bókaframløguna verður ein framsýning, har nøkur av listaverkunum, ið prýða bókina, verða sýnd fram m.a. eftir Sámal Joensen-Mikines, Ruth Smith, Heðin Kambsdal og Olivur við Neyst, ið hevur gjørt kápumyndina.
Í formælinum verður m.a. skrivað: ”Prædikurnar og hugvekjurnar í hesum savni spenna frá skapanini til endurreisnartíðina fyri øllum lutum, har hámarkið í alheimssøguni er Jesu uppreisn frá deyðum páskamorgun. Umframt at tónin er gudfrøðiligur og trúfrøðiligur, er hann ljósur, bjartur og vónríkur, eins og heitið á páskaprædiku og savnið ber boð um: “Í súginum av ljósi.””
Prædikurnar eru kærkomnar at lesa sum lestrar í kirkjunum.
Í sambandi við bókaframløguna setir Kór Glyvra kirkju dám á løtuna. Ein góður kaffimuður verður eisini at fáa.
“Í súginum av ljósi” er 295 blaðsíður og kostar 300,- kr
Prentumsiting:Estra
Føroyskt Kirkjumál hevur givið bókina út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



