Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mikukvøldið 15. november kl. 19.00 verður framløga í Miðlahúsinum í Vágsbotni av bók, sum Virgar Tórarson Dalsgaard hevur skrivað um tann viðgitna stríðsmannin, sum í meira enn fjøruti ár var turbulentur miðdepil í føroyskari nútíðarsøgu.

Virgar Tórarson Dalsgaard, f. 1. november 1937 í Skálavík og er pensioneraður fólkaskúlalærari. Hann hevur sum úti­seti búð í meira enn tveir mansaldrar í Danmark, men kort­ini meginpartin av tíðini fylgt við sum politiskur eyg­leiðari. Hann er nú á døgum millum tey fáu, sum hava kent Petur Mohr Dam persónliga, og hevur tí sett sær fyri at lýsa javn­­aðarhøvdingin, bæði sum privatpersón, undir­vís­ara, skald og socialan stríðsmann.

Petur Mohr Dam (1898-1968) var maður, sum var føddur við silvurskeið í munni, men misti hana! Hann var borin til eitt ríkt kongsfesti í Kollafirði og vaks upp í einum tryggum handilshúsi í Skopun, men misti pápa sín sum lítil óviti og mátti seinni, eftir langa sjúkralegu, siga kongsfestið frá sær. Handilin mátti steingja, so alt húskið var rakt av fátækradømi og stórari neyð.

Petur Mohr beit saman tenn, smoygdi seinni sínar socialu ermar upp og herj­aði kompro­mis­leysur móti armóð og órætti.

Eftir stutta frásøgn frá Virgari um bókina og orsøkir til útgávuna, verður høvi til spurningar.

Eftir tað verður bókin seld fyri favørprís og við tilboði um signering.

Hóskvøldið tann 16. november kl. 18.00 verður bókin eisini løgd alment fram í Samljóði í Skopun, haðani Dam var ættaður.

Mánadagin tann 20. november kl. 20.00 verður framløga á Tvøroyri. Fram­løgan verður í kantinuni í Trongisvágs skúla.

Týsdagin tann 21. november kl. 19 verður framløga á Klaksvíkar Bókasavni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo