Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon
Skúli

Skúlablaðið: Tá ið skúlaárið byrjar aftur í august, verður fyri fyrstu ferð breyt í Námi X í føroyskum sum annaðmál. Helmingurin av teimum sekstan næmingunum, sum hava valt ta breytina, eru ukrainar, sum hava gingið í Eysturskúlanum í nøkur ár. 

- Skúlin fær tillutað eitt ávíst tímatal til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, har ein partur fer til flokkin í Nám X og ein partur til hinar næmingarnar í grunddeild og miðdeild, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum.

Næmingarnir, sum hava gingið í móttøkuflokkinum í Eysturskúlanum fyri ukrainar í ár, eru fyrst og fremst næmingar í hádeild. Seks teirra vórðu lidnir við 9. flokk í ár; teir fáa ikki fult 9. floks prógv, tí teir hava bara verið endaliga uppi í støddfrøði og enskum. Allir halda fram á nýggju breytini á Nám X. Ein ukrainskur næmingur í 9. flokki fer eisini á nýggju breytina; tað verður gjørt, fyri at so nógvir næmingar sum til ber kunnu fáa gagn av tilboðnum á nýggjum breytini.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #