Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Bøkur

Filmhúsið: Filmhúsið hevur júst almannakunngjørt eina nýggja skipan, ið nevnist Filmsbókin. 

Talan er um eitt alment yvirlit yvir føroysk filmsfólk og virki, sum arbeiða við filmsframleiðslu í Føroyum. 

Endamálið er at gera føroysku filmsvinnuna sjónligari og fáa ein felags pall at vísa sínar førleikar og tænastu. Tað skal gerast lættari at seta set í samband við filmsfólk og bíleggja tænastu frá teimum. 

Filmsbókin finst á føroyskum og enskum og kann sostatt geva føroyingum og útlendingum eitt greitt yvirlit yvir førleikar og tænastur sum finnast í Føroyum og styrkja møguleikarnar fyri samframleiðslur um altjóða filmsframleiðslur og førleikamenning fyri filmsfólki. 

Filmsbókin er eitt livandi yvirlit har filmsfólk sjálvi stovna og dagføra sínar upplýsingar. Filmshúsið góðkennir innihaldið, áðrenn tað verður almannakunngjørt, so skráin er álítandi og dagførd.

Filmsbókin er onnur skipan sum Filmshúsið hevur ment í hesum árinum.

Fyrst kom Stroyma har føroyskar framleiðaru verða savnaðar og kunnu stroymast og síðani Filmsbókin við einum felags yvirliti.

Filmshúsið eigur og umsitur Stroyma og Filmsbókina.

Báðar skipaninar finnast á heimasíðuni hjá Filmshúsinum www.ffi.fo ella ávíkavist á stroyma.fo ella www.filmsbókin.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #