Nú verður møguligt hjá føroyingum at fáa ein fíggjarligan ágóða av sínum privatu bilum. Við nýggju føroysku bilaútleiguskipanini hjá RentLocal ber til hjá bilaeigarum at leiga teirra bilar út til ferðafólk, sum koma til Føroya og hava tørv á einum bili, meðan tey eru her.
Soleiðis siga fyrireikararnir, Magnus Madsen og Arne Vatnhamar í tíðindaskrivi, sum teir hava sent fjølmiðlunum.
Hugskotið aftan fyri RentLocal kom av einari einfaldari orsøk, siga teir.
- Vit hildu, at ferðavinnan í Føroyum í ov stóran mun er komin teimum fáu til góðar. Ferðafólkini koma higar, nýta pening og hava tørv á tænastum, men tað er ikki altíð, at vanligi føroyingurin fær ágóðan av tí. Tað vildu vit gera nakað við, sigur Magnus Madsen, ið er ein av stovnarunum í RentLocal.
Í Føroyum standa nógvir bilar stillir stórar partar av degnum, vikuni ella summarinum. Samstundis er stórur eftirspurningur eftir bilum, serliga í háárstíðini, tá ferðafólk ofta hava trupult við at finna ein leigubil.
- Tað gevur góða meining, at ein føroyingur, sum kortini ikki brúkar bilin hjá sær hvønn dag, kann leiga hann út og fáa eina eyka inntøku burturúr, sigur Magnus Madsen.
RentLocal er ein netborin leiguskipan, har bileigarar kunnu leggja bilin hjá sær inn, áseta ein dagprís og gera bilin tøkan, tá tað passar teimum. Ferðafólk kunnu síðani bíleggja bilin beinleiðis ígjøgnum skipanina.
- Málið við RentLocal er at skapa karmar fyri, at ferðavinnan í størri mun kemur fleiri føroyingum til góðar. Ferðafólk fáa ein lættari hátt at finna sær ein leigubil í Føroyum, og føroyingar fáa møguleikan at fáa ein fíggjarligan ágóða av onkrum, tey longu eiga, sigur Magnus Madsen, sum er stjóri í RentLocal.
Hann sigur, at slíkt sum trygging og skattlig viðurskifti eisini er hugsað inn í konseptið.
- Ein bilur kann ikki leggjast út á RentLocal, fyrr enn øll tryggingarkrøv eru uppfylt. Bilurin skal m.a. hava ábyrgdar- og kaskotrygging, og tryggingin skal eisini fevna um útleigu. Vit leggja eitt tryggingargjald oman á leiguprísin, har ein partur verður útgoldin til eigaran. Hetta skal m.a. vera við til at dekka eyka kostnaðin, sum kann standast av at víðka vanligu biltryggingina til eisini at fevna um útleigu, sigur Magnus Madsen.
- Og hvussu við skattinum?
- Viðvíkjandi skatti verður leiguinntøkan útgoldin brutto. Vit halda ikki skatt aftur, og eigarin hevur sjálvur ábyrgdina av at upplýsa inntøkuna til TAKS og rinda viðkomandi skatt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



