Almanna- og Mentamálaráðið: Í samgonguskjalinum stendur, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, og at miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta.
Samgongan hevur styrkt Kringvarpið fíggjarliga, og samgongan ynskir, at játtanin til miðlastuðul hækkar munandi.
Í uppskotinum til nýggja miðlastuðulslóg verður farið verður frá, at 30% av árligu játtanini til miðlastuðul fara til vanligan rakstur, men heldur at 60% av játtanini fara til skjalprógvaðar útreiðslur til beinleiðis journalistiska framleiðslu hjá viðkomandi tíðindamiðli ella miðlasamtaki.
Á tann hátt verður journalistiska framleiðslan avgerandi fyri rakstarstuðulin.
Eisini verður skotið upp, at farið verður frá verkætlanarstuðlinum til ein íverksetarastuðul til at seta á stovn ein nýggjan tíðindamiðil í senn, so tað ikki gerst ov smábýtt.
Tíðindamiðilin skal miðla sjálvstøðugt journalistiskt viðgjørt tilfar.
Tilsøgn um íverksetarastuðul skal kunna latast yvir fimm ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



