Síðani Mojtaba Khamenei varð útnevndur til ovasta leiðara í Iran í mars, hevur eingin sæð hann alment.
Nú hava fleiri iranskir miðlar deilt tað, sum teir siga vera eina nýggja mynd av landsins leiðara.
Greiningar benda tó á, at myndin sannlíkt er framleidd við vitlíki, skrivar BBC.
– Vit vita ikki, um hann er á lívi, um hann er álvarsliga skaddur, ella hvør støðan í roynd og veru er, sigur Bjørn Erik Rasch, professari í stjórnmálafrøði á universitetinum í Oslo, við VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



