Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Bøkur

”Gula hurðin” eitur nýggj samtíðarskaldsøga, ið er komin út á Forlagnum Brúgvin. Hon er um ymiskt, ið fólk kunnu renna seg í, tá ið føtur eru settar undir egið borð, og parlagið er vorðið gerandisdagur. Her er kærleiki, skemtingarsemi, álvari og tráanir, og spurnartekin verður sett við, hvussu haldgóður nýggi samleikin er, um torgreidda og viðkvæma fortíðin er skúgvað til viks og ikki verður tikin fram. Einfaldar uppskriftir sum í kókibókini og bindibókini hjá høvuðspersónunum finnast ikki, og sum frá líður koma tvístøður á gátt.

Soleiðis verður sagt á baksíðuni á bókini:

”Ingvar gongur ímóti teimum tretivu og hevur lagt rokmikla lívið sum ferðandi tónleikari aftur um seg. Hann er fluttur í íbúð saman við unnustuni, Jastrið, og tey trívast væl í nýggju tilveruni. Tey eru tó framvegis í ferð við at læra hvønn annan at kenna, og parlagið verður roynt, tá ið tað vísir seg, at niðarliga í viðførinum liggja órogvandi viðurskifti, ið spakuliga koma undan kavi.

Segði tú ikki, at hann hevði so nógv um at vera? Altíð uttanlands í arbeiðsørindum?

Hann sá ússaligur út.

Jón Thorsteinsson, sum fyrst og fremst er prosahøvundur, hevur áður útgivið stuttsøgusøvnini ”Søgur úr býnum” (2019) og ”Hult og dult” (2021). Í 2022 kom skalsøgan Tám, sum hevur verið nógv lisin og varð innstillað til Lesaravirðislønina hjá bókasøvnunum. Tám finst sum ljóðbók og verður í løtuni umsett til týskt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo