Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen
Vinna

Vinnuhúsið: Føroyska handilsskipavinnan er í vøkstri, og fleiri nýggj skip eru í gerð hjá føroyskum reiðaríum. Men hóast jaligu gongdina eru karmarnir hjá vinnuni ikki nóg kappingarførir, og tí er ikki givið, at føroyska flaggið verður valt.

Fleiri føroysk reiðarí gera í løtuni stórar íløgur í nýggj skip. Tað bendir á, at føroyska handilsskipavinnan hevur góðar møguleikar at menna seg og vaksa komandi árini.

Vinnukarmarnir eru tó ikki dagførdir til tann veruleika, sum altjóða shipping virkar undir í dag. Tí er føroyska skipaskrásetingin ikki altíð eins kappingarfør og skipaskrásetingar í øðrum londum.

Ein av avbjóðingunum er, at Føroyar framvegis mangla fleiri týdningarmiklar millumlandaavtalur, bæði á skattaøkinum og innan fyri cabotage-sigling. Samstundis eru eisini reglur í føroysku lóggávuni, sum leggja forðingar fyri menningini hjá føroyskum reiðaríum.

Til dømis loyvir føroyska tonsaskattaskipanin ikki langtíðarleigu av skipum, hóast hetta í nógvum førum er ein natúrligur partur av virkseminum í altjóða shipping. Eisini ásetir útlendingalógin, at arbeiðsloyvi krevst, um skip eru meira enn 26 ferðir í Føroyum um árið. Hetta eru reglur, sum gera føroyska handilsskipavinnu minni kappingarføra.

“Føroyska handilsskipavinnan er klár at vaksa, men karmarnir mugu fylgja við. Annars er vandi fyri, at føroyska flaggið ikki verður tað sjálvsagda valið hjá føroyskum reiðaríum”, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

Hann vísir á, at tað tí er neyðugt, at politiska skipanin raðfestir arbeiðið við at skapa betri karmar fyri vinnuna. Tað snýr seg bæði um at fáa fleiri millumlanda avtalur upp á pláss og at dagføra føroysku lóggávuna, so hon betur samsvarar við tørvin hjá einari vinnu, sum virkar í altjóða kapping.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #