Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-103/2025 frá Helga Abrahamsen, løgtingmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jacob Vestergaard, um brúnna um Fjarðará
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ætlanin at gera eina nýggja brúgv um Fjarðará í Skálafirði?
2. Hvussu nógv kann roknast við, at ein møgulig nýggj brúgv fer at kosta?
3. Hvørja ávirkan hevur tað fyri møguleikarnar at gera ein nýggjan veg omanfyri bygdina í Skálafirði, um nógvir pengar verða brúktir til ábøtur á verandi veg?
Svar til spurning 1
Ja, ætlanin er at gera brúnna um Fjarðará í Skalafirði. Útboðstilfarið er nærum liðugt, og verkætlanin verður boðin út sum heildararbeiðstøka í næstum, væntandi innan fyri ein mánað.
Svar til spurning 2
Landsverk metir, at brúgvin um Fjarðará kostar 10 mió. kr., og 10 mió. kr. eru játtaðar á fíggjarlógini í 2026 til at gera brúnna.
Svar til spurning 3
Verandi brúgv má skiftast út, tí standurin er so ringur. Brúgvin verður burturbeind, og nýggj tvísporað brúgv við gongubreyt verður gjørd sama stað. Verkætlanin broytir ikki vegastrekkið. Bert smærri tillagingar verða gjørdar báðu megin brúnna, so til ber at brúka brúnna.
Landsverk arbeiðir miðvíst við at betra um umstøðurnar hjá ábærari ferðslu. Tí er gongubreyt á sjálvari brúnni við í verkætlanini. Størri tillagingar av vegastrekkinum og nýgerð av gongubreytum ella gongugøtum krevur hægri játtan. Í hesum umfari verða eingir pengar nýttir til ábøtur á verandi vegi.
Verkætlanin ávirkar ikki møguleikarnar fyri at gera ein umkoyringarveg omanfyri bygdina. Tað er ein heilt onnur verkætlan, sum eisini er væl dýrari. Brúgvin um Fjarðará mátti gerast, líka mikið um vegur verður gjørdur omanfyri bygdina ella ikki.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



