Bara fáar tímar eftir at ein fyrrverandi dómari fekk friðarheiðursløn Nobels, setir USA nýggj revsitiltøk í verk móti altjóða revsirættinum ICC.
Trump-stjórnin hevur áður sett revsitiltøk í verk móti millum annað dómarum í rættinum.
Revsitiltøkini fríggjadagin fara víðari enn áður, vísir Reuters á. Tær kundu millum annað ført við sær, at fyritøkur, sum veita tænastur til rættin, vórðu revsaðar.
- Trump forseti fer ongantíð at loyva ICC at ákæra amerikanarar, sigur uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í eini fráboðan, sum Reuters hevur sæð, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



