Ætlaði tollurin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, er farin at tosa um, kann blíva ein fyrimunur fyri Bakkafrost.
Sambært Wall Street Journal fyrireika amerikanskir myndugleikar nýggjar tollhækkingar móti Kina, ES og 14 øðrum londum.
Noreg er millum tey 16 londini, og í gjár elvdu tíðindini um tollin til kursfall hjá fleiri norskum alifyritøkum.
Greiningarfyritøkan Pareto Securities metir, at SalMar, Grieg Seafood og Lerøy kunnu verða harðast rakt, um nýggjur tollur verður lagdur á norskar vørur.
Hinvegin kann Bakkafrost fáa ein kappingarfyrimun, tí Føroyar í løtuni hava ongan toll á laks til USA.
Bakkafrost hevur seinastu tíðina styrkt sína støðu á amerikanska marknaðinum. Í triðja ársfjórðingi vaks parturin av søluni, sum fór til USA, úr 24 upp í 33 prosent.
Enn er tó óvist, um nýggju amerikonsku tolltiltøkini verða sett í verk, og um tey í so fall fara at fevna um norskan laks.
Ongir nýggir tollsatsir eru enn kunngjørdir fyri Noreg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



