Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna 
Svarari:  Eyðdis Hartmann Niclasen landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 
Evni: Nýggjur demens heilivágur

Spurningar:   
1. Eru  ætlanir at fáa nýggja heilivágin “donanemab”, ið er heilivágur móti Alzheimer sjúkuni, á marknaðin í Føroyum?

2. Um ja, nær verður hetta gjørt?

3. Um nei, hvør er orsøkin til tess?

Viðmerkingar: 
Seinastu dagarnar hevur verið nógv frammi í donsku  miðlunum um slóðbrótandi viðgerð við heilivágnum donanemab móti Alzheimers. Ein  73 ára gamal dani kundi ikki fáa heilivágin í Danmark, tí hann enn ikki er góðkendur har.  Hann fór tí til London at fáa  viðgerð  við heilivágnum donanemab á eini privatari klinikk. Aftaná viðgerðina í London varð gjørd ein nýggj PET-skanning, ið vísti, at heilivágur virkaði eftir ætlan. Kanningarnar vísa, at maðurin ikki longur hevur tekin um Alzheimer.

Higartil er  demenssjúkan  Alzheimer mett at  vera ólekjandi.  Men óvæntaða positiva sjúkugongdin  hjá  73 ára gamla danska manninum, sum omanfyri greitt frá, gevur vónandi  góðar vónir fyri framtíðar sjúklingar. Heilivágurin er góðkendur í EU, men danska heilvágsráðið hevur enn ikki tikið støðu til, um hesin heilivágurin skal góðkennast í Danmark. 

Spurningurin er tí, hvat vit gera í Føroyum og um neyðugt er at bíða, inntil heilivágurin er góðkendur í Danmark. 

Um hesin heilivágurin kann hjálpa fleiri Alzheimers sjúklingum, so er hetta vert at kanna nærri og fáa sett í verk ongantíð ov skjótt.   

Við hesum í huga loyvi eg mær at seta henda fyrispurning. 

Á Løgtingi, 26. august 2026 
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur     

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #