Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Fríggjadagin 26. juni undirritaðu Bárður á Steig Nielsen, uttanríkis- og fiskimálaráðharri, og Peter Borg, fiskimálaráðharri í Grønlandi, nýggjan karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Grønland. Hetta varð gjørt í sambandi við, at grønlendski fiskimálaráðharrin vitjaði í Føroyum.
Nýggi karmsáttmálin er ein dagføring av verandi karmsáttmála frá 1997, og fevnir um tær meginreglur, sum fiskivinnusamstarvið millum londini skal virka eftir. Týdningarmestu ásetingarnar fevna um kvotuflytingar, atgongd og eftirlitssamstarv, umframt áhaldandi at fremja vinnuligt samstarv á fiskivinnuøkinum. Eisini er ásett, at londini bæði raðfesta vísindaliga grundaða umsiting av fiskastovnum og samstarv um havlívfrøði og havumhvørvi. Øll hesi viðurskifti verða viðgjørd undir teimum árligu samráðingunum millum londini.
Sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið sum uppskot til samtyktar í heyst.
Bæði Bárður á Steig Nielsen og Peter Borg fegnast um, at arbeiðið nú er komið á mál, og at høvi var at hittast í Føroyum at undirrita nýggja karmsáttmálan.
Bárður á Steig Nielsen sigur: “Fiskiveiðisamstarvið millum Føroyar og Grønland hevur eina langa søgu og er av stórum týdningi fyri bæði londini. Ein dagføring av karmsáttmálanum er ein staðfesting av, at londini framvegis ynskja og raðfesta sínámillum samstarvið um fiskivinnu. Hetta fegnist eg um og vóni, at nýggi sáttmálin verður karmur um eitt víðkað samstarv í framtíðini.”
Peter Borg staðfestir: “Føroyar eru ein týdningarmikil samstarvsfelagi á fiskivinnuøkinum. Føroyar og Grønland hava býtisavtalu um fiskirættindi, samstarv í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum og á altjóða pallinum, umframt at samstarv er millum vinnuna. Tað er týdningarmikið at dagføra karmin um samstarvið, so tað er framtíðartryggjað. Eg gleði meg til at menna samstarvið víðari undir nýggja karmsáttmálanum.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



