Líka frægt ikki at renna sum at renna. Tí øll tíðin tú brúkar at renna í, fyri at leingja lívið, verður brúkt til renningina
- Ónevndur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líka frægt ikki at renna sum at renna. Tí øll tíðin tú brúkar at renna í, fyri at leingja lívið, verður brúkt til renningina
- Ónevndur
Onnur tíðindi

Føroya Metalfinnara- og Fornfrøðifelag: Føroya Metalfinnara- og Fornfrøðifelag er nú stovnað. Stovnandi aðalfundurin varð hildin við góðari uppmøting, og áhugin fyri nýggja felagnum hevur verið stórur.

Endamálið hjá felagnum er at savna og umboða metalfinnarar og onnur við áhuga fyri fornfrøði í Føroyum.

Felagið skal millum annað virka fyri øktum kunnleika um føroyska søgu og mentanararv, ábyrgdarfullari leiting og skráseting av fundum og einum góðum samstarvi við søvn, myndugleikar, jarðareigarar og onnur viðkomandi.

Á stovnandi aðalfundinum vórðu viðtøkurnar viðgjørdar og samtyktar við nøkrum broytingum. Ein fimm manna nevnd og tveir tiltakslimir vórðu vald.

Eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Formaður: Jan Hammer Egholm
Næstformaður: Jón í Soylu
Skrivari: Charles S. Olsen
Kassameistari: Karstin Zachariassen
Nevndarlimur: Aksel Á Botni
Tiltakslimir: Rannvá Lómstein Zachariassen og Karlot Hergeirsson

Nú fer arbeiðið við nýggja felagnum av álvara í gongd. Ætlanin er at skapa ein virknan felagsskap kring metalleiting, fornfrøði og føroyskan mentanararv, har limir kunnu deila vitan og royndir, skipa fyri tiltøkum og vera við til at skjalfesta og miðla søguna, sum enn liggur fjald kring Føroyar.

Felagið fer eisini at menna eina nýggja heimasíðu á forn.fo, sum við tíðini skal gerast ein miðdepil fyri felagið, søguligar greinar, áhugaverdar fundir og aðra vitan um føroyskan fornfrøði- og mentanararv.

Vit gleða okkum til at koma í gongd og vóna, at nógv søgu- og fornfrøðiáhugað fara at taka lut í nýggja felagnum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #