Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Sjósavn: Tá landsstýrið nú setti nýggja sjósavnið á fíggjarlógina 2026, tað tryggjar samlaðu fíggingina til verkætlanina.

Prosjekteringin er longu byrjað, og ætlandi skal arbeiðið bjóðast út tíðliga í 2027.

Sum ein sjóvinnutjóð mitt í Norðuratlantshavi er eitt sjósavn mest upplagda savnið í Føroyum. 99,5% av Føroyum er hav og mestsum allur okkara útflutningur er fiskur. Hóast hetta eru vit ikki von at kunna eygleiða lívið í sjónum beinleiðis, og kanningar vísa, at okkara børn í alstóran mun missa sambandið við havið.

Nýggja sjósavnið fer at liggja á sama staði sum núverandi sjósavn, við vakra Sandagerði og innsiglingina til Havnina.

Bygningurin, ið er teknaður av Arkitektum99 og LOFTI Arkitektum, fellur væl inn í landslagið og ger onki nýtt inntriv í lendi ella náttúru. Ikoniski bygningurin verður eitt eyðkenni fyri høvuðsstaðin og Føroyar.  Savnið verður sera orkuvinarligt og nýskapandi í mun til akvariutøkni. Harumframt fáa mongu frítíðarfelagsskapirnir í økinum atgongd til høli og hentleikar.

Sjósavnið fer at hýsa nógvum av tí, sum livir í sjónum kring okkum og fer tí at geva vitjandi eitt heilt serstakt innlit í lívfrøðina í norðuratlantiska/arktiska havumhvørvinum. Eisini skal sjósavnið, ið ber altjóða heitið “Artic Aquarium – Center for Sustainable Marine Environment” verða ein miðdepil fyri vitan um hetta umhvørvi og skipa fyri framsýningum, ráðstevnum, tiltøkum og kunning til almenningin.

- Vit takka landsstýrinum fyri avgerandi stuðulin, umframt hinum stuðulsveitarunum og øðrum, ið hava hjálpt til at gera hetta til veruleika, sigur nevndarformaðurin Dánial Hoydal. Hesi hava latið fíggjarligan stuðul: Tórshavnar Kommuna, Føroya Løgting, Betri Stuðul, A.P. Møller Mærsk, Fólkatingið, Augustinus Fonden, Louis Hansen Fonden, umframt 6 føroyskar sjóvinnufyritøkur.

Fakta um nýggja sjósavnið:
Savnað vídd: 2300 m2 
29 akvarium og 19 rúm
Biomassi: uml. 4 tons
840 tons av sjógvi tilsamans 
Stórt 700 tons kar til stóran fisk sum kalva, skøtu o.t

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo