Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Arbeiðs- og brunaeftirlitið: Løgmálaráðið hevur við rundskrivið 1. september 2025 sett á stovn eitt nýtt heiðurstekin fyri tænastu innan tilbúgvingina. Endamálið er at heiðra tilbúgvingarfólk, sum hava lagt nógv ár og orku í at gera landið og lokalsamfelagið tryggari.

Silvurtekin verður latið fyri 25 ára tænastu og gulltekin fyri 40 ár. Eisini ber til at geva heiðurstekin til tey, sum hava gjørt nakað serligt innan tilbúgvingina.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sigur soleiðis um nýggja heiðursteknið:

“Sum landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum fegnist eg um, at okkara land við hesum tekur stig til at heiðra teimum mongu ið, ósjálvsøkin, ár eftir ári tæna føroysku tilbúgvingini”

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur skipanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #