Innsent: Hósdagin 28. mai gav bólkurin Starlight út enn eitt lag. Lagið Smíl og Tár er teirra 5. og tað 3. í 2026.
Temaið í Smíl og Tár er minnini um ein góðan ungdómsvin. Flestu fólk kenna til at sakna onkran, sum tey hava kent væl, og sum nú farin er um sýn. Sangurin er um vinir, ið farnir eru, um góð minnir um teir.
Kári Lisberg gjørdi lagið og Jóhan Martin Jacobsen setti orðini saman. Niclas Johannesen hevur framleitt sangin, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.
Manningin í Starlight er henda:
⦁ Jákup Hansen, sang og kórsang
⦁ Fimmboði Lisberg, sang, kórsang og kassaguitar
⦁ Jóhan Martin Jacobsen, el-guitarar
⦁ Kári Lisberg, bass
⦁ Sámal Samuelsen, trummur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



