Líka frægt ikki at renna sum at renna. Tí øll tíðin tú brúkar at renna í, fyri at leingja lívið, verður brúkt til renningina
- Ónevndur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líka frægt ikki at renna sum at renna. Tí øll tíðin tú brúkar at renna í, fyri at leingja lívið, verður brúkt til renningina
- Ónevndur
Politikkur

Mentamálaráðið: Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur tilnevnt nýggjar limir í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan. Nývaldu limirnir hava ikki sitið í ráðnum áður, og fyri fyrstu ferð eru útlendsk umboð eisini við í ráðnum.

Maria Skaalum Petersen er sett sum forkvinna í ráðnum og tekur við eftir Tórheðin Jensen, sum var fyrsti formaður í ráðnum.

Nývaldu limirnir eru tilnevndir frá 2026 til 2030 og eru:

• Maria Skaalum Petersen (forkvinna), professari í heilsugransking og leiðari á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

• Arne Flåøyen, ph.d., granskingarleiðari og serráðgevi í norsk vetrinerinstitut og fyrrverandi stjóri í NordForsk

• Sólvá Káradóttir Eliasen, ph.d. í oceanografi og granskari á Havstovuni

• Tróndur Møller Sandoy, ph.d. í búskaparfrøði og adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Verandi limir í ráðnum, sum eru tilnevndir frá 2024 til 2028, eru:

• Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði og ráðgevi hjá Klintra

• Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

• Gunnvør á Norði, ph.d. í lívfrøði og granskingarráðgevi á Firum

Landsstýrismaðurin ynskir nývaldu limunum blíðan byr í arbeiðinum í ráðnum fyri gransking, menning, og nýskapan, og takkar somuleiðis fráfarandi limum fyri sítt góða íkast, sum tey hava givið granskingarøkinum í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #